Í nátt hevur løgreglan fingið nakrar fráboðanir um harðskap og í summum førum leita tey nú eftir vitnum. Í tí eina førinum var bardagi við Auto mitt í nátt har ein maður hevði sligið trý fólk og hann varð handtikin fyri harðskap og settur í klivan á løgreglustøðini.
Stutt frammanundan varð ringt av Kaffihúsinum í Vágsbotni at boða frá, at ein maður hevði sligið ein annan – og tað vísti seg at vera sami maður. Løgreglan veit ikki, hvør tað, sum varð sligin við Kaffihúsið, so tey vilja fegin í samband við hann.
Løgreglan fekk eisini boð um at bardagi var mitt í býnum mitt í nátt, har tríggir mans og ein kvinna bardust. Tað vísti seg, at tveir mans vóru lagstir á ein mann, sum kom gangandi við unnustuni og tey endaðu øll í bardaga. Løgreglan sigur, at eitt vitni tók nakað av tilburðinum upp á video, men løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð nakað til tað so at tey fáa greiði á, hvat er farið fram í tí málinum.