Løgreglan í Havn leitar nú eftir vitnum til harðskap, har ein maður er sligin ella sparkaður í høvdið.
Løgreglan sigur, at tað var í nátt, at ringt var á støðina at biðja um sjúkrabil, tí ein maður lá í Klubbagarðinum.
Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har tað er staðfest, at hann hevur tvey brot á øðrum kjálkabeininum.
Løgreglan sigur, at alt bendir á, at talan er um harðskap og brotini eru so ring, at hann verður sendur á Ríkissjúkrahúsið seinnapartin í dag til viðgerðar.
Hann er annars væl fyri eftir umstøðunum og varð sendur heim av Landssjúkrahúsinum í morgun at bíða eftir flogfarinum til Danmarkar.
Í morgun ringdi hann annars sjálvur á løgreglustøðina og meldaði harðskapin.
Ein maður er undir illgruna fyri at hava framt harðskapin, men tað er ógreitt, akkurát, hvat er farið fram.
Men fyri at fáa lýst málið til fulnar, leitar løgreglan nú eftir vitnum, sum kunnu greiða frá, hvat er hent.
Tey, sum vita nakað um málið kunnu venda sær til løgregluna í Havn.