Leita eftir vitnum til grovan harðskap í Havn

Ein maður fekk stóran skaða í høvdið, eftir at hann varð álopin

Løgreglan leitar nú eftir vitnum, sum sóu hendingina sunnumorgunin í miðbýnum í Havn, tá ið ein maður var fyri grovum harðskapi.

 

Tað var sunnumorgunin klokkan 04.30,  at løgreglan fekk fráboðan um eitt harðskapsmál í gongugøtuni í Havn, beint við Býðarbókasavnið.

 

Ein maður var fyri grovum harðskapi, og í tí sambandi vil løgreglan frætta frá fólki ið hava sæð tilburðin, ella á annan hátt hava kunnleika til hendingina.

 

Løgreglan segði við www.in.fo sunnumorgunin, at maðurin var illa sligin, og kanska sparkaður við, tí hann hevur fingið stórar skaðar í høvdið, eitt nú er nøsin brotin, umframt at hann hevur fingið aðrar skaðar.

 

 

Les eisini: Fekk stóran skaða í høvdið av harðskapi