Eitt óhugnaligt harðskapsmál var í Steinatúni tíðliga leygarmorgunin. Ein kvinna og tveir mans bankaðu ein mann so illa, at hann varð sendur á sjúkrahúsið við bløðingum á høvdinum. Maðurin fekk ógvusligar snuddur í høvdið, og hevur brotið í øllum førum tvær tenn av tilburðinum.
Løgreglan kannar málið, men teir standa mest sum á berum enn.
- Vit eru enn í kanningarfasuni, og vit vita ikki, hvør hevur framt henda harðskapin. Sum heild vita vit ikki tað heilt stóra í hesum málinum, annað enn at tann eini brotsmaðurin var í einari hvítari hettutroyggju, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan leitar fremvegis eftir vitnum til tilburðin, og fólk, ið møguliga vita okkurt til framda harðskapin ella umstøðurnar kring hendingina, kunnu venda sær til løgregluna við upplýsingunum.