Leita eftir væl skikkaðum starvsfólkum

29. desembur verður árliga Jobmatch-stevnan og sum undanfarnu árini verður hon í Norðurlandahúsinum. Vit hava prátað við nakrar av fyritøkunum, sum luttaka og komandi dagarnar verða samrøðurnar lagdar út her á in.fo. Dagsins fyritøka er ali-fyritøkan Hiddenfjord.

 

HiddenFjord er í støðugum vøkstri og verður heilt víst brúk fyri nógvum góðum fólkum afturat í HiddenFjord, sigur Helgi Hansen.

 

HiddenFjord er ein av teimum trimum føroysku alifyritøkunum í Føroyum. Hinar báðar eru Bakkafrost og Marine Harvest.

 

Hiddenfjord ein føroysk familju fyritøka, sum alir kanska heimsins besta laks. Laksurin er aldur á ein burðardyggan hátt. Víðagitnir gastronomar kalla laksin “tað nærmasta ein kemur til villan laks”, og tað eru tey í felagnum sera errin av.

 

Alivinnan hevur sæð ein risavøkstur seinastu árini. Seinastu tíggju árini er nøgdin á tiknum laksi voksin meiri enn seks ferð, samstundis sum prísurin er farin upp í loft og enn bendir tað mesta á, at góða gongdin fer at halda á eina tíð.

 

Bakkafrost hevur fleiri ferðir áður verið við á Jobmatch, men Hiddenfjord, áður nevnt Luna, er í ár við fyri fyrstu ferð.

 

- Vit eru ein undangongufyritøka og slóðbrótari í alivinnuni. Ja, vit eru nakað heilt fyri seg. Vit hava javnan vitjan av alarum kring knøttin, sum koma at hyggja eftir okkara tilgongdum, skrivar felagið um seg sjálvt á heimasíðuni hjá Jobmatch.

 

Felagið bleiv stovnað í Gøtu í 1929 og hevur í dag smoltstøð á Fútakletti og alivirkisemið á Velbastað, í Vestmanna og í Vágunum.  Eisini er kryvji- og góðskingarvirkið í Sørvági. HiddenFjord laksur verður seldur og marknaðarførdur um allan heim.

 

Helgi Hansen, marknaðarsamskipari hjá Hiddenfjord, sigur, at ein orsøk til, at Hiddenfjord luttekur á Jobmatch í ár, er at styrkja um kunnleikan um felagið millum ungar lesandi føroyingar.

- Vit ynskja samband við føroyingar sum umhugsa at flyta heim aftur eftir loknan lesnað, sigur han.

 

Helgi Hansen er spentur upp á tiltakið og sigur, at hann vónar at koma í samband við nógv áhugaverd lesandi.

- Vit kundu hugsað okkum at fleiri lesandi skrivaðu uppgávur um HiddenFjord. Harumframt hava vit ætlanir um at taka fleiri starvsnæmingar inn í komandi tíðum og vóna, at vit hitta onkur á Jobmatch, sum vildu verið áhugað í at arbeiða fyri okkum, sigur hann.

 

- Vit hava ikki nakað beinleiðis leyst starv at bjóða fólki, men HiddenFjord er í støðum vøkstri, og ætlanir eru um at vaksa um starvsfólka hópin. Um onkur vil skriva eina høvuðsritgerð um eitt evni, sum er áhugavert fyri okkum, so eru vit eisini til reiðar til eitt prát, sigur Helgi Hansen.

 

Hjá HiddenFjord starvast í dag 120 starvsfólk og Helgi Hansen sigur, at tað eru fólk við alskyns ymiskum útbúgvingum.

- Tað er stórt fjølbroytni av útbúgvingum á HiddenFjord. Vit hava fólk við maskinútbúgvingum, matvøruútbúgvingum og sjálvandi eisini innan sølu. Virksemi er spreitt yvir smoltstøðina á Fútakletti, alivirksemi í Vestmanna, Velbastað, Miðvági og í Sørvági og góðskingarvirkið í Sørvági, har søludeildin eisini heldur til. Er tað so, at ein væl skikkaður persónur kemur fram við, so eru vit sjálvandi áhugað í at taka eitt prát og hyggja at, hvørjir møguleikar eru, sigur Helgi Hansen.

 

- Sum sagt er HiddenFjord í støðugum vøkstri og verður heilt víst brúk fyri nógvum góðum fólkum afturat í HiddenFjord. Tí eru vit sjálvandi áhugað í at knýta samband við lesandi ymsa staðni, sigur hann.

 

Hiddenfjord er á bási nummar 19 í Skálanum, beint við síðunar av básinum hjá Fiskaaling.