Bæði á leiðini við Ummannaq og Narsaq hevur verið leitað við bjargingartyrlu eftir tveimum grønlendskum jollumonnum, sum ikki eru komnir afturíaftur.
Á leiðini við Ummannaq verður leitað eftir einum 26 ára gomlum manni úr Niaqornat, sum ikki er sæddur, síðan hann mánamorgunin fór við jollu síni at seta gørn.
Leitað hevur verið bæði við bátum og tyrlu, men uttan úrslit. Í løtuni er steðgur í leitingini hjá tyrlumanningini, sum er farin at hvíla seg, men leitingin verður uppafturtikin í morgin.
Nakrir lutir eru funnir undir leitingini, sum kunnu stava frá jolluni hjá unga manninum.
Á leiðini við Narsaq verður eisini leitað eftir einum 60 ára gomlum manni. Hann fór avstað við jollu síni týsdagin og er ikki sæddur síðan. Her verður eisini leitað við bátum og tyrlu.










