Leita eftir stjóra til Pelagos

Nú verður leitað eftir stjóra til nýggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði. - Hann skal ganga fremst, eisini á ótroddum leiðum, verður sagt

Nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, Pelagos, leitar eftir stjóra. Uppsjóvarvirkið skal ætlandi virka um fimm mánaðir .


Í lýsingini eftir stjóranum verður sagt, at roknað verður við, at viðkomandi er ein góður leiðari, sum dugir væl at samstarva og er opin og erligur, umframt nýggi stjórin skal vera opin og erligur, og tora at geva fólki ábyrgd og vísa teimum álit.


Eyðsæð er eisini, at kunnleiki til uppsjóvarvinnuna er ein fyrimunur.


- Tað er umráðandi, at tú hevur innlit í framleiðslu, fíggjar- og rakstrarviðurskifti, sølu og vørumenning, stendur millum annað.


Í lýsingini verður dentur lagdur á, at talan er um eitt nýstovnað felag, sum skal byggjast upp av nýggjum


- Um tú vilt taka við avbjóðingini at ganga fremst, eisini á ótroddum leiðum, ert tú vælkomin at søkja, stendur í lýsingini, sum Advokatskrivstovan hevur sent út vegna Pelagos.