Leita eftir sjey fjallaklatrarum

Í Nepal leita bjargingarlið framvegis eftir sjey fjallaklatrarum, sum ikki er komnir afturíaftur eftir eitt ógvusligt skalvalop gjáranáttina. Frammanundan eru níggju fólk funnin deyð.

Nepalsku myndugleikarnir siga, at fýra av teimum, sum eru deyð, eru franskir ríkisborgarar, og at trý av teimum, sum leitað verður eftir, eru eisini úr Fraklandi. Millum hini deyðu eru í hvussu er ein spaniumaður, ein týskari og ein italiumaður. Ein nepalskur ferðaleiðari doyði eisini.

Tann stóri skalvurin leyp oman yvir eina legu, har fleiri fjallaklatrarar vóru. 13 fólk sluppu við lívinum. Legan er í 6.800 metra hædd á tí meiri enn 8.000 metrar høga fjallinum Manaslu (myndin).