Leita eftir serligum arvaeginleikum

Í Nesvík verða royndir gjørdar við at fáa rognkelsi at eta laksalús heldur enn aðra føði.

Í Nesvík verða royndir gjørdar við at finna serligar eginleikar sum gera, at rognkelsi etur laksalús heldur enn aðra føði.

 

Tað ganga nøkur túsund rognkelsi í kørum á støðini hjá Fiskaaling í Nesvík. Fiskarnir eru liður í eini granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at finna út av, hvør teirra hevur tað serliga forvitni sum ger, at fiskurin velur laksalús sum føði, heldur enn aðra nattúrliga føði, sum hann hevur atgongd til.

 

Roknað verður við, sigur Fiskaaling, at umleið ein triðingur av rognkelsunum hevur henda eginleika. Takið er at finna hesi, og síðan ala fram ein stovn við hesum eginleika. Endamálið er at fáa henda fiskin settan út í alibrúkini, har teirra uppgáva verður at halda laksalúsini í skáki.


- Laksalúsin er ein stórur trupulleiki hjá alivinnuni, sum árliga brúkar stórar upphæddir í stríðnum móti hesum snultara. Evnini eru ymisk, sum brúkt verða, og ásannað er, at tað kann gerast ein spurningur um tíð, til lúsin er mótstøðufør og onnur evni, sum enn ikki eru kend, verða neyðug til tess at halda lúsini frá durum.

 

Rognkelsi er ikki einasti fiskur, sum hevur hendan eginleika. Aðrastaðni, eitt nú í Noregi og Skotlandi, verður - umframt rognkelsi - eisini annar fiskur brúktur í hesum royndum.

 

Fiskaaling leggur aftrat, at higartil hevur talan verið um fisk, sum ikki livir náttúrliga á okkara leiðum.