Norska oljufelagið Sagex Petroleum ætlar sær at fara undir at leita eftir olju í íslendskum sjóøki næsta summar. Felagið hevur fingið loyvi til at leita á einum øki á Drekaleiðini, sum er í landnyrðing úr Íslandi, og har ætlar felagið at gera seismiskar kanningar næsta summar, skrivar Vísir.
Hinvegin er greitt, at Sagex Petroleum fer ikki at bora eftir olju uttan so, at onnur feløg koma upp í leitingina.
Sagex Petroleum var tað einasta felagið, sum søkti um leitiloyvi á Drekaleiðini. Aker Exploration søkti eisini, men tók umsóknina aftur.