Leita eftir navni og búmerki

Nýstovnaða felagið, Eldramálið, sum skal røkja áhugamálini hjá teimum eldru, ið krevja røkt  bjóðar til kapping um nýtt navn og búmerki til felagið

 

Rúna Sivertsen, forkvinna, sigur, at tey sóknast eftir einum navn, sum fellur væl og sum samljóðar við virksemið hjá felagnum.

 

Nevndin tilskilar sær rættat velja og vraka ímillum uppskotini, men virðislønin fyri besta uppskotið er 3.000 krónur.

 

Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja navn ella búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara, men tá er virðislønin 2000 krónur fyri hvørt.

 

Freistin at lata inn uppskot er 15. august og vinnarin verður almannakunngjørdur 30. august.