Flogskiparin var einsamallur í amerikanska flogfarinum, sum hvarv einar 50 fjórðingar vestan fyri Reykjanes Fleiri skip, ein tyrla og eitt flogfar hjá íslendsku sjóverjuni hava leitað saman við einum donskum hernaðarflogfari, men enn hava tey ikki funnið flogfarið ella flogskiparan.
Amerikanska flogfarið var á veg úr Grønlandi til Reykjavíkar, tá flogskiparin boðaði frá, at annar motorurin var steðgaður, og at hann helst bleiv noyddur at seta flogfarið á sjógvin.
Flogfarið, sum er av slagnum Cessna, hevur neyðsendiútgerð, sum sigur, hvar tað er statt, men enn er tað ikki funnið, skriva íslendsku fjølmiðlarnir í kvøld.
Skip, sum eru á leitingarleiðini, siga, at har er umleið fimm metrar høg alda.










