Løgreglan í Norðursælandi leita eftir einum løgregluhundi, sum hvarv, tá hann elti tríggjar innbrotstjóvar í býnum Slangerup í morgun. Tað eydnaðist løgregluni at taka tveir av monnunum. Tann triði slapp til rýmingar, og ein løgreglumaður fór aftan á honum við hundi. Tá teir komu til eina á, slepti løgreglumaðurin hundinum, og síðani hevur eingin sæð hann.
Løgreglan heldur, at annaðhvørt hevur tjóvurin gjørt av við hundin, ella hevur hundurin fløkt seg inn í ein ella annan gróður og er vorðin fastur. Ein triði møguleiki er, at onkur hevur tikið hundin inn .
Django, sum hundurin eitur, er svartur sjefari og hálvt sætta ára gamal.