Leita eftir horvnum føroyingi í Danmark

Privatfólk í Nykøbing Falster skipa nú fyri leiting eftir Minnu Dahl Michelsen úr Havn, sum er horvin. 48 ára gamla Minna Dahl Michelsen, sum er ættað úr Havn, men hevur tilknýti til vardan stovn í Nykøbing Falster, hevur verið horvin í eina lítla viku. Eingin hevur sæð Minnu síðani seinasta fríggjadag.

Í gjár eftirlýsti løgreglan føroysku kvinnuna, og í kvøld hava privatfólk tikið seg saman um at leita eftir Minnu. Leitingin gav ikki úrslit, men hildið verður fram at leita fyrrapartin í morgin.


Minna er 172 sentimetrar høg, er prúð, og var í eini reyðari t-troyggju og grønum buksum, tá ið hon hvarv fyri viku síðani.