Leita eftir grind á Skálafjørðinum

Grind er eisini sædd á Skálafjørðinum

Grindin í Tjørnuvík hevði ikki meir enn lagt beinini, so vórðu aftur grindaboð.

 

Fólk av Toftum og Nesi hava sæð eina grind úti á fjørðinum og bátar eru farnir út. Enn er grindin tó ikki funnin aftur.

 

Ludvík við Stein, grindaformaður, sigur, at tað eru nakrir bátar farnir út at leita, men enn vita teir ikki við vissu hvar grindin er og hvønn veg hon ferðast.

 

Leitingin fer nú fram uttanfyri fjørðin.