Verkætlanin »Føroyskar Søgur - upplivingar úr gerandisdegnum frá 1907 til dagin í dag«, er nú komin somikið væl áleiðis, at hugsað verður um forsíðuna á DVD-útgávuni Í tíðindaskrivi verður sagt, at føroyingar hava tikið sera væl ímóti hugskotinum at savna saman dokumentariskar filmsupptøkur frá Føroyum, talgilda tær, og seta tær sama til eina DVD-útgávu, sum fortelur eitt sindur um gerandisdagin hjá føroyingum seinastu øldina. Á Substanz siga tey seg ongan tíð áður hava fingið somikið góðan respons til eina verkætlan.
Nú skal forsíðumyndin finnast. Leitað verður eftir einari mynd, sum ímyndar hugskotið aftanfyri »Føroyskar Søgur«: At varpa ljós á upplivingar úr gerandisdegnum hjá føroyingum, og sum er egnað at fara á ein DVD-forsíðu.
Leitað verður tískil eftir einari mynd við fylgjandi eginleikum:
? Myndin skal helst standa upp eftir enda (háformat)
? Myndin skal vísa fólk í einari vanligari gerandisstøðu (arbeiðslív, felagslív, vertsskapur o.a.). Tað er avgerandi, at fólk eru á myndini.
? Myndin skal avmynda eina natúrliga støðu og ikki vera uppstillað, tvs. at fólk hava fingið boð um at standa á ein ávísa hátt og hyggja inn í myndatólið.
? Myndin má eisini á ein ella annan hátt vísa, at tíðin er gingin. Fjøll, seyður, bjørg, fuglar, hav, fiskur hava ikki broytt seg nevnivert seinastu 100 árini. Tað hava hinvegin býir, bygdir, bilar, fergur, klæði o.s.fr.
Privat persónar, feløg, fyritøkur og stovnar, ið hava eina mynd, sum tey halda ímyndar hugskotið aftanfyri »Føroyskar Søgur«, eru meir enn vælkomin at senda eitt talgildað avrit av myndini við t-posti til Una L. Hansen, samskipara, ulh@substanz.dk.