Um vikuskiftið er NM fyri juniorar í svimjihøllini í Havn. Fyrireikingarnar hava gingið væl, men ein trupulleiki er.
Svimjisambandið manglar heilt einfalt eitt flagg hjá Estlandi. Hildið var, at hetta flaggið fór at koma fram til tíðina, men tað er tað ikki.
- Um tað er onkur í Føroyum, sum eigur eitt estiskt flagg, ella kanska onkur, sum dugir at seyma eitt í skundi, so frætta vit gjarna, sigur Palli Ziskason, formaður í Svimjisambandinum, við Rás 2.
Um tað er onkur, sum fær hjálpt Svimjisambandinum við estiska flagginum, ber til at ringja til formannin á tlf. 217739.