Leita eftir einum hjartastartara í Klaksvík

Slíkt má rætt og slætt ikki henda, sigur løgreglan

Beint fyri midnátt í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein hjartastartari, sum hekk á Svimjihøllini í Klaksvík, var burtur. Tað er ein hjartastartari, sum hekk við høvuðsdyrnar og brádliga varnaðist fólk, at hann var horvin.

Løgreglan sigur, at slíkt má rætt og slætt ikki henda, tí eyðvitað kann tað fáa álvarsligar avleiðingar, er ein hjartastartari vekk, skuldi brúk verið fyri honum.

Tí fara tey nú at kanna málið fyri at vita um hann er stolin, ella um er tikin av staðnum av øðrum orsøkum, ella hvat kann vera hent. Løgreglan sigur, at hava portørarnir á sjúkrahúsinum brúkt hann, verður hann tikin við á sjúkrahúsið, har tað, sum er skrásett á honum, verður sett á prent. Eru tað privat, sum hava brúkt hann, er ikki vist at tey hava hugsað um tað – men eingi boð eru so komin um nakað slíkt. Tí veit løgreglan ikki, hvat er vorðið av honum, men tað royna tey nú at fáa greiði á.