Leita eftir donskum gentum í Noregi

Síðani seinnapartin í gjár hava bjargingarlið leitað eftir tveimum donskum gentum í Buskerud í Noregi. Genturnar vórðu seinast sæddar um trýtíðina í gjár, og tá tær ikki vóru komnar til hús klokkan fimm, varð farið at leita.

Ein talsmaður fyri norsku løgregluna sigur við NTB, at bjargingarlið hava leitað við motorsleðum og hundum alla nátt, men genturnar vóru ikki at finna.

Genturnar, sum eru 15 ára gamlar, høvdu hvørki mat ella drekka við sær. Harafturat hevur tað verið rættiliga kalt har á leiðini í nátt, skrivar NTB.