Leita eftir burturfluttari kvinnu

Skyldfólk hjá einari burturfluttari kvinnu í Kolombia gera nú eina roynd at fáa at vita, um hon framvegis er á lívi.

Aida Botero de Duvaltier varð rænd og burturflutt í mars í 2001, og síðani hevur eingin hoyrt nakað frá henni. Tað var Fólksins Frælsisherur, sum burturflutti hana, og skyldfólkini hava seinni goldið burturflytarunum loysigjald, men Aida er ongantíð komin afturíaftur.

Nú um dagarnar slepti eitt flogfar 50.000 flogseðlum niður yvir økið, har kvinnan varð burturflutt. Á flogseðlunum verða fólk biðin um at seta seg í samband við skyldfólkini ella myndugleikarnar, um tey vita nakað um ta burturfluttu kvinnuna. Tey avvarðandi viðganga kortini, at tey hava smáar vónir um, at Aida er á lívi longur.