Leita eftir brævsendara

Enn veit danska løgreglan ikki, um hóttanarbrævið ímóti Piu Kjærsgaard, formanni í Danska Fólkaflokkinum, skal takast í tí álvara, sum tað er skrivað. Fimm menn av fremmandum uppruna eru nevndir við navni í brævinum, og teir eru skuldsettir í málinum. Men hvørki avhoyringar ella rannsóknir heima hjá teimum fimm kundu vátta tað, sum stóð í brævinum, sigur løgreglan í Keypmannahavn.

Kanningarnar hjá løgregluni halda kortini fram.

Sambært fleiri fjølmiðlum stóð í brævinum, at tann, sum beinir fyri Piu Kjærsgaard, fær 500.000 krónur í samsýning, men hetta veit løgreglan einki um, sigur Jørn Åbye hjá løgregluni í Keypmannahavn við Ritzau.