Leita eftir besta fyrstahjálparanum

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum ?Ársins Fyrstahjálpara 2008? Tann, sum verður kosin ?Ársins Fyrstahjálpari 2008?, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Endamálið er ikki einans at tilnevna ?Ársins Fyrstahjálpara 2008?, men eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast.

Politi, bjargingarfeløg, skaðastovur, brandlið, virkir, stovnar og einstaklingar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av nevndini í Reyða Krossi Føroya.

Serligt oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og annars fæst frá Reyða Krossi, verður at senda Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar 2009.

Ætlanin er at tilnevna ?Ársins Fyrstahjálpara 2008? mánadagin tann 12. februar 2009.