Leita eftir 113 milliónum til mentanarhús í Havn

Tað kostar 185 milliónir og Landskassin er sinnaður at rinda 66 milliónir

Nú vil Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, fáa vælsignilisi frá Løgtinginum til at sleppa at leita eftir pengum til eitt nýtt Tjóðleikhús í Havn. Talan er um eitt hús, sum er mett at kosta 180 milliónir krónur, men Landið ætlar ikki at brúka meiri enn 66,5 milliónir upp á endamálið.

 

Tí hevur landsstýrismaðurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa heimild til at fara aðrastaðni at leita eftir restini av pengununum, sum eru 113,5 milliónir krónur.

 

Tjóðleikhúsið skal byggjast fyri at útvega føroyskari yrkisleiklist tíðarhóskandi hølisumstøður, sigur hann, og hesi seinastu árini hevur Løgtingið sett tilsamans 66,5 milliónir av á fíggjarlógini til ætlanina.

 

Nú samgongan fer at leggja eina íløguætlanina fram í vár, verður eisini viðgjørt, um játtanin hjá landinum kann økjast. Men fyri at kunna halda fram við arbeiðnum, er neyðugt, at landsstýrið kann fáa heimild at fara útvega restina av fíggingini aðrastaðni.

 

Í hesum sambandi er talan um at troyta fíggingarkeldur í Føroyum og uttanlands, eitt nú kommunur og grunnar, sum stuðla mentanarøkinum. Hann heldur, at hetta er ein fortreyt fyri yvirhøvur at kunna halda fram við ætlanini.

 

Tjóðleikhúsið skal byggjast á Skálatrøð, sum annars er einasta, stóra parkeringspláss í miðbýnum í Havn. Men í sambandi við Tjóðleikhúsið verða øll parkeringsplássini tikin, men afturfyri verður tað ein partur av verkætlanini at gera parkeringshús, ella parkeringskjallara undir jørð, eitt nú inn ímóti beninum.

 

Í hesum sambandi verður tosað um at gera alt úr sløkum 200 parkeringsplássum, upp í sløk 300 parkeringspláss, alt eftir hvør loysn verður vald.