Leita í dag afturat

Norska bjargingartænastan gavst í gjárkvøldið at leita eftir teimum fýra donsku monnunum, sum vóru í einum lítlum báti, sum holvdist nærhendis Mandal í Suðurnoregi fyrradagin. Løgreglan hevur kortini gjørt av at leita í dag afturat.

Tveir aðrir menn bjargaðu sær upp á land, og teir koma til Danmarkar í dag. Allir eru úr Århus.

Í gjár leitaðu umleið 60 fólk hjá bjargingartænastuni og løgregluni við flogfari, tyrlum og skipum. Samstundis hava sjálvboðin gingið fram við strondini og leitað.

Báturin, sum teir seks danirnir vóru í, var bara 15 føtur langur, og staðkendir norðmenn siga, at tað var óðamannaverk at fara frá landi í einum so lítlum báti, soleiðis sum veðrið var hósdagin. Tá var rættiliga nógvur vindur og óslætt í sjónum, siga teir við fjølmiðlarnar.

Teir fýra menninir, sum ikki eru komnir afturíaftur, vóru fyrst í 20-unum.