Leita aftur eftir týskum ferðamonnum

Í Íslandi eru bjargingarlið aftur farin at leita eftir tveimum týskum ferðamonnum, sum hvurvu herfyri Bjargingarliðini vóru givin at leita, men leitingin bleiv tikin uppaftur í morgun, tí okkurt bendi á, at teir báðir ferðamenninir høvdu verið niðari á Svínafelsjøkli enn higartil hildið.

Tí fóru menn úr bjargingarfelagnum á Hornafirði at leita niðari á jøklinum í morgun, skrivar Morgunblaðið, og ætlanin var eisini, at ein tyrla hjá sjóverjuni skuldi fara at leita.

Teir báðir týsku ferðamenninir, sum eingin hevur sæð síðani ólavsøkudag, eru 24 og 29 ára gamlir.