Leirvíksvegurin og Viðareiðisvegurin eru sanniliga meira enn »ynskilistar«

Eg eri rættiliga bilsin av svari í fjølmiðlunum frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, til áheitan mína til landsins myndugleikar um at raðfesta hóttar vegaføringar fram um nýggj og minni áleikandi vegaprojekt

Í farnu viku skrivaði eg eina almenna áheitan á landins myndugleikar, har gjørt varð vart við, at vit sum land ikki kunnu bjóða okkara borgarum, at einki verður gjørt við vandafullar vegaføringar, samstundis sum nýggj – og ikki eins áleikandi – vegaprojekt verða tikin framum hesi.
Her nevndi eg tunlarnar norður um fjall, Viðareiðisvegin og Leirvíksvegin, sum allir á ymiskan hátt eru fyri hóttan á trygdina. Enntá er ein av hesum vegum, Leirvíksvegurin, í løtuni eisini undir hóttan at verða stongdur av, soleiðis at ein heilur landspartur, sum m.a. hevur stórt útflutningsvirksemi, missur sína einastu farleið og samband við umheimin.
Henda almenna áheitan mín er ikki fallin í góða jørð hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum, sum í svari kallar áheitan mína fyri ein av fleiri ynskilistum hjá ymsum borgarstjórum kring landið og á tann hátt lítisvirðir tey álvarsligu viðurskifti, sum liggja til grund fyri áheitanini.

Leggur mær orð í munnin
Hvat aðrir borgarstjórar ynskja, havi eg onga ávirkan á, men eg má viðganga, at eg gjørdist ikki sørt bilsin av orðalagnum í hesari greinini hjá landsstýriskvinnuni, har hon líkasum koyrir allar borgarstjórar í ein sekk.
Eisini leggur hon mær tey orð í munnin, at eingin annar vegur skal gerast áðrenn Viðareiðisvegurin, Leirvíksvegurin og tunlarnir norður um fjall. Hetta er skeiv endurgeving, tí mín boðskapur var og er, at hótt vegarstrekki mugu ikki bíða, meðan nýggj og minni hóttandi vegaprojekt verða tikin framum – men sjálvandi veldst um, hvussu lisið verður.
Tað má sigast at vera óprofessionelt av einum landsstýrisfólki, sum skal hava alt landið í huga, at tulka tað sum ágang á høvuðsstaðin, tá ið vit, sum umboðað ein landspart, gera vart við nakrar áleikandi tørvir.
Latið okkum varðveita fokus á málið, sum er, at tað eru nakrir vegir kring landið alt, sum eru ein daglig hóttan ímóti virkseminum og trygdini hjá borgarum landsins, og tríggir av hesum vegum eru Viðareiðisvegurin, Leirvíksvegurin og tunlarnir norður um fjall.
Longri er henda søgan ikki, og tann støðan er framhaldandi ikki broytt.
Klaksvík tann 12. apríl 2010