Leirvíkstrolararnir hava landað í Saltangará

Okkurt smávegis brek var hjá øðrum skipinum, og tí gjørdu teir av at bróta túrin av og leggja veiðina upp Nógv landingarvirksemi var í Saltangará mánadagin og týsdagin. Umframt at hava landað Beta-skipini, løgdu Polarhav og Stjørnan eisini veiðina upp í Saltangará í gjár.

Leirvíkstrolararnir høvdu umleið 300.000 pund, meginparturin upsi.

Sagt verður úr Saltangará, at okkurt smávegis brek var hjá øðrum skipinum, og tí gjørdu teir av at bróta túrin av og leggja veiðina upp, áðrenn farið varð nýggjan túr.

Hetta var fyrsti túrur hjá Polarhavi og Stjørnuni í ár.