Leirvíksskótar gingu 20 og 30 kilometrar

Um vikuskiftið hava úlvarnir hjá Leivíksskótum, Leirvíks Páll, gingið 20 og 30 kilometrar og teir hava nú fingið gonguskjøldur á beltið

Fyri at bera gonguskjøldurin, skal úlvin, sum eru eru teir smæstu skótarnir, ganga ein tein á 20 km (1.-2. fl.) ella 30 km (3.-4. fl.) innan eitt samdøgur. Harumframt er krav, at skótin fyrst skal hava gingið minst tríggjar venjingartúrar, ið svara til 1/3-3/4 av endaliga teininum.

Fýra venjingartúrar í haga og eftir vegnum hava verið. Fyrstu ferð varð gingið í økinum við Toftavatn. Næsti túrurin var eftir Oyggjarvegnum til Leynavatn. Triði túrurin byrjaði í Leirvík og endaði í Syðrugøtu. Síðsta venjingartúrin varð gingin úr Fuglafirði til Gøtugjáar, um Jøklaskarð og Trælavatn.

Nógvir úlvar hava luttikið á einum ella fleiri túrum, og 11 av teimum, hava nú gingið 20 og 30 km, og harvið uppfylt øll krøvini til gonguskjøldurin.

Fyrradagin koyrdu úlvarnir til Eiðis og hava verið á tjaldlegu har. Í gjár gingu tey av Eiði til Gjáar og víðari til Funnings har tey yngru endaðu. Eldru úlvarnir hildu á til Funningsfjørð.

Hesir ungu skótarnir hava nú fingið gonguskjøldurin fyri ávíkavíst 20 og 30 km.