Fyri nøkrum árum síðani, tóku klaksvíkingar stig til at stovna ein bólk, sum skuldi koma við tilmælum til Strandferðsluna um, hvussu leiðin um Leirvíksfjørð kundi fáast at virka betur. Í januar 1999 varð eitt tilmæli handað táverandi stjóranum á SSL.
Hóast bólkurin hevði fingið lyfti um at verða hoyrdur í málum, ið viðkoma skipunum, sum sigla um Leirvíksfjørð, hoyrdist einki aftur frá leiðsluni á Strandferðsluni.
Men nú er nýggjur stjóri settur á SSL, og hann vil fegin koma í samband við norðoyingar, so teirra sjónarmið eisini koma við, tá avgerðir skulu takast.
Rani Nolsøe, menningarstjóri hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur verið formaður í bólkinum, síðani hann fyri um 6 árum síðani varð skipaður.
Víðkaður bólkur
Rani sigur, at bólkurin, sum nú eisini umfatar umboð fyri manning og pendlarar, av álvara er farin aftur til verka.
- Vit halda, at tað er neyðugt, at tey, sum brúka hesa farleið dagliga, hava møguleika at <?xml:namespace prefix = st1 ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:smarttags"" /><st1:City><st1:place>gera</st1:place></st1:City> sína ávirkan galdandi, sigur hann.
Bólkurin hevði sín fyrsta fund hóskvøldið. Samtykt varð at senda stjóranum á SSL, Kristiani Davidsen og landsstýrismanninum við samferðslumálum, Bjarna Djurholm, eitt skriv, har boðað verður frá, at bólkurin er farin aftur til verka. Í brævinum verður eisini stórur dentur lagdur á nakrar av teimum mest átrokandi spurningunum.
Leirvíksfjarðarbólkurin, ið skipaði seg við Rana Nolsøe sum formanni, hevur sín næsta fund komandi hósdag.<?xml:namespace prefix = o ns = """urn:schemas-microsoft-com:office:office""" /><o:p></o:p>Skriv frá Leirvíksfjarðarbólkinum, sent Kristiani Davidsen, stjóra á Strandfaraskipum landsins og Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við samferðslumálum:
Á fundi í Klaksvík 27. mars 2003 fór Leirvíksfjarðarbólkurin, eftir áheitan frá Norðoya Vinnulívsráði, Kristiani Davidsen, stjóra á SSL, Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við samferðslumálum og Klaksvíkar Býráði, aftur til verka.
Í bólkinum eru umboð fyri vinnuna í Norðoyggjum, manningina umborð á strandfaraskipunum, Norðoya Vinnulívsráð, brúkarar/pendlarar og Klaksvíkar Býráð. Limirnir eru: Símun Dam, Pauli Magnusson, Elmar Zachariassen, Óluva Klettskarð, Jógvan Høj, Rúna Sivertsen og Rani Nolsøe.
Á fyrsta fundinum leggur bólkurin herðslu á, at Dúgvan undir ongum umstøðum má takast úr sigling. Verður kapasiteturin á leiðini skerdur, gerst SSL ein beinleiðis forðing fyri teirri menning, sum verið hevur í Norðoyggjum seinastu árini.
Harumframt skerjir SSL sítt egna inntøkugrundarlag og verður atvoldin til, at landskassin missir inntøkur.
Eisini metir bólkurin, at neyðugt er at biðja Strandfaraskip Landsins um alment innlit í fíggjarskapin á farleiðini um Leirvíksfjørð. Hetta, tí tað yvirhøvur ræður ein ávísur ivi um teir upplýsingar, sum hava verið almannakunngjørdir.
Harumframt samtykti Leirvíksfjarðarbólkurin at arbeiða fyri:
At Sam verður lagdur í Klaskvík um næturnar, soleiðis at fyrsti túrur um morgnarnar verður úr Klaksvík
At ætlaða billetteringin á skráanum ikki verður sett í gildi, tá umstøðurnar av hesum versna munandi fyri tey ferðandi
At møguleiki verður at keypa ferðaseðil, áðrenn farið verður umborð, og at møguleiki eisini verður at gjalda aftur og fram í einum
At Leirvíksfjarðarbólkurin fær tilmælisrætt í málum, sum beinleiðis snúgva seg um farleiðina um Leirvíksfjørð.
Bólkurin, sum nú er farin til verka, fer at hava regluligar fundir, har øll mál í sambandi við leirvíksfjarðarleiðina fara at verða viðgjørd.<o:p></o:p>