Nú skal ein nýggjur barnagarður byggjast í Leirvík. 
Á fundi í gjárkvøldið samtykti bygdaráðið at byggja barnagarð og vøggustovu til 84 børn. 
Í hesum sambandi samtykti bygdaráðið at taka av einum tilboði frá Fjarðahúsum upp á barnagarðin og gongst sum ætlað, verður farið undir arbeiðið í vár. 
Talan er um ein barnagarð, sum líkist tí á Strondum og hann fer at kosta 13 milliónir tilsamans. 
Dagstovnurin verður bygdur Uppi við Garð í Leirvík, har kommunan hevur ognað sær tað mesta av tí lendi, sum krevst til barnagarðin, men enn er nakað eftir. 
Men Fríðgerð Heinesen væntar, at stovnurin verður liðugur um eitt gott ár. 
Annars er ein lítil barnagarður til 24 børn í Leirvík, men afturat honum er Lonin í gamla Føroya Banka, har tvey børn við breki, eru. 
Men harumframt er frítíðarskúli í Leirvík. Har eru børn børn, sum fara í skúla næsta summar, umframt fyrsti og annar flokkur. Tilsamans eru um 30 børn í frítíðarskúlanum. 
Samstundis er ein stór dagrøkt við plássum til 50 børn í Leirvík. 
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, sigur, at tá ið barnagarðurin er liðugur, metir hon, at tørvurin á barnaansing er nøktaður. 
Samstundis skal bygdaráðið taka støðu til, hvussu verður við dagrøktini, tá ið barnagarðurin er liðugur. 
-Tá ið barnagarðurin er liðugur, hava Leirvík og Gøta lagt saman í eina kommunu og vit hava ikki tikið endaliga avgerð um, hvussu vit skipa ansingarøkið eftir tað. Eitt ivamál, sum støða skal takast til, er, um dagrøktin skal takast av, tí hon virkar væl og foreldrini eru fegin um hana, serliga foreldrini hjá teimum smæstu børnunum, sigur Fríðgerð Heinesen. 









