GÍ og LÍF hava lagt síni bestu fótbóltslið saman, og nú sæst ein avleiðing av hesum. GÍ/LÍF hevur nevniliga gjørt sáttmála við tríggjar leirvíkingar fyri næsta kappingarár. Magnus Skoralíð skifti longu í summar til GÍ at spæla, og nú fara eisini Andreas Lava Olsen og Sølvi Vatnhamar at royna seg í Formulahópinum hjá felagsliðnum. Umframt leirvíkingarnar hevur GÍ/LÍF eisini gjørt avtalu við unga álopsspælaran Finnur Justinussen.










