Leirvíkar Bygdarráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2008, sum samstundis er tann seinasta hjá Leirvíkar kommunu Skattaprosentið í Leirvík verður óbroytt 21% næsta ár, og barnafrádrátturin hækkar til 5.000 kr. fyri hvørt barnið. Foreldragjaldið í barnaansingin verður óbroytt.
Kommunan setir 22 mió. kr. av til íløgur, men helvtin av hesi upphædd eru íløgur, sum eru fluttar frá 2007. Talan um nýggjan bátahyl til smábátar, sum tað higartil ikki hevur eydnast kommununi at sleppa í gongd við. Bygdarráðið hevur í ár sett 3 mió. kr. av til nýggjan bátahyl.
Stórur tørvur er á grundstykkjum, og tí hevur bygdarráðið avsett 7 mió. kr. til útstykkingar.
Fólkatalið økist í kommununi og somuleiðis tørvurin á barnaansing. Størsta einstaka íløgan á 8 mió. kr. í 2008 fer til bygging av nýggjum dagstovni við Garð.
Hendan fíggjarætlanin er sum nevnt tann seinasta, sum bygdarráðið ger fyri Leirvíkar Kommunu, áðrenn Gøta og Leirvík í 2009 leggja saman í Eysturkommunu. Leirvíkar Kommuna hevur í hesum sambandi játtað 2,5 mió.kr. til nýggjan umsitingarbygning í Norðagøtu.
Leirvíkar Kommuna er fíggjarliga væl fyri og bygdarráðið vónar við hesi fíggjarætlan at verða við til at økja um trivnaðin og menningina í bygdini, sigur kommunan í tíðindaskrivi.