Leirvíkingar gera vatnbrunn og reinsiverk

Leirvíkar Kommuna hevur samtykt at byggja nýggjan vatnbrunn og vatnreinsiverk til vinnuøkið úti á Vík Kommunan hevur tikið av tilboði frá felagnum HTO um ein vatnbrunn, sum er á somu stødd sum nýggi brunnurin uppi á Brekkum ella einar 1.300 m3 til støddar.

Undirlendið er keypt, og á næsta fundi skal bygdarráðið taka støðu til innkomin tilboð í samband við útgrevstur og planering av økinum. Nýtt reinsiverk skal eisini gerast.

Arbeiðið at gera nýggjan vatnbrunn og reinsiverk verður eftir ætlan liðugt í vetur, og kostnaðurin er mettur til góðar tvær milliónitr krónur.

Vatnveitingin úti á Vík veitir reinsað vatn til brennistøðina og FMP og annað virksemi úti á Vík. Harumframt skal nýggja vatnverkið eisini kunna veita vatn heim í bygdina, tá ið á stendur, skrivar kommunan á heimasíðuni.