Leirvík
Leirvíkingar skulu nú á fólkaatkvøðu um vegaføringina til og úr Norðoyatunlinum.
Hetta samtykti Leirvíkar bygdarráð á eykabygdaráðsfundi í Leirvík fríggjakvøldið.
Sambært einmæltu samtyktini í bygdarráðnum verður fólkaatkvøðan týsdagin 8. juli.
Á atkvøðuseðlinum verða tveir spurningar at taka støðu til í sambandi við ferðsluna til og úr Norðoyatunlinum.
Bygdarráðið hevur samtykt, at spurningarnir verða hesir:
* Niðri í bygdini (soleiðis sum løgtingið hevur samtykt)
* Uppi á Brekkum (sambært uppskoti hjá Selmar Nielsen, arkitekti)
Eingin brúgv
Onkur hevði kanska væntað, at spurningurin um brúgv millum pierarnar eisini fór at gerast ein valmøguleiki á eini fólkaatkvøðu, men hesin er ikki við í samtyktini hjá Leirvíkar bygdarráð.