Ferðsla
Leirvíkingar eru í eini ólukkuligari støðu, nú ferðslan úr Norðoyatunlinum nærkast í hvørjum, og eingin loysn á ferðsluviðurskiftunum gjøgnum Leirvíksbygd er í ljósmála.
Í øllum førum kunnu bæði kommunal-og landspolitikarar staðfesta, at eingin peningur er settur av til vega-ella tunnilsbygging í Leirvík, sum kann byrgja uppfyri, at nógva ferðslan, sum verður av hesi nýggju farleið, ikki verður til ampa fyri borgararnar í Leirvík.
Men tað verða ikki bara leirvíkingar, sum koma at kenna sviðan av hesi ferðslu. Eins og leirvíkingar fegnir vildu heilsað hesum frambroti í føroyska vegakervinum vælkomnum, tá ið tað gerst veruleiki um eitt hálvt ár ella so, kann væntast, at trupulleikar eisini verða við ferðsluni gjøgnum trongan við Gøtugjógv, har bæði skúli og barnagarður eru.
Ein annar fløskuhálsur verður vegurin gjøgnum bygdina, Skipanes, og tá verða tað serliga tey, sum búgva Undir Gøtueiði, sum fara at hava ilt við at sleppa oman á høvuðsvegin, tí omankoyringin longu sum er, má sigast at vera ein rættilig deyðsfella.
Vegurin oman frá ein parti av húsunum Undir Gøtueiði, er sum ein rutsji-breyt, og hann gongur beint oman í høvuðsvegin. Er kavi og hált, kanst tú skjótt enda úti á vegnum og beint í allari ferðsluni, sum koyrir fram við.
Ikki semja
Týsdagin umrøddi løgtingið eina áheitan frá landsstýrismanninum, Bjarna Djurholm, um tíðarskáa í samband við ferðsluviðurskiftini í Leirvík, sum enn liggja púra óloyst.
Ein meiriluti í bygdarráðnum í Leirvík - fýra av sjey bygdarráðslimum - hevur samtykt, at vegur við tunli skal byggjast niðri við sjóvarmálan, og Teknistovan í Gøtu hevur gjørt eitt uppskot í hesum sambandi.
Hini trý í bygdarráðnum vilja helst, at ein nýggjur vegur verður bygdur omanfyri bygdina.
Sambært uppskotinum hjá meirilutanum byrjar tunnilin, sum verður einar 400 metrar langur, innanfyri kirkjuna og kemur útaftur við neystini úti í Buginum, og síðan skal vegur gerast í báðum endum.
Teknistovan hevur mett, at ein slík verkætlan fer at kosta einar 70-80 miljónir krónur, men Landsverk heldur, at henda sama ætlanin kostar onkustaðni millum 130 og 150 miljónir krónur.
Nú skal Teknistovan í Gøtu gera nýggjar kanningar og nýggja meting av hesi verkætlan, og hendan skal verða liðug 20. desember.
Tað er Vinnumálaráðið, sum hevur biðið leirvíkingar um eina prioritering, og tað er eisini Vinnumálaráðið, sum saman við Leirvíkar kommunu hevur lagt upp til, at Teknistovan í Gøtu hyggur nærri at hesi ætlanini.
Tá ið úrslitið liggur á borðinum við endan av desember, kann farast víðari í málinum.
Mong uppskot
Eini níggju ymisk uppskot hava verið frammi um loysn av ferðslutrupulleikunum í Leirvík, og leggjast kann aftrat, at uppskotið, sum meirilutin í bygdarráðnum hevur samtykt um vega-og tunnilsloysn, er ikki fallið í góða jørð hjá eitt nú virkinum, Tavuni, har leiðslan í brævi hevur heitt á Vinnumálaráðið og Leirvíkar kommunu um ikki at fremja hesa ætlan, men heldur fara niðan av havnalagnum við verkætlanini.
Virkið metir nevniliga, at tað fer at órógva umstøðurnar á havnalagnum, um ferðslan til og úr Norðoyatunlinum verður løgd so niðarliga í bygdini.
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, váttar, at leiðslan í Tavuni hevur sent avrit av brævi til Vinnumálaráðið til kommununa, og bygdarráðið fer at viðgera brævið næst komandi fundi.
Hon vísir á, at við ætlanini, sum meirilutin hevur samtykt, slepst ikki undan, at nøkur neyst í fyrsti syfti rúka, bæði á Toftanesi og Úti í Støð.
- Men vit ætla kortini ikki, at fólk skulu missa síni neyst og ikki fáa nýggj neyst aftur, sigur hon.
Fríðgerð sigur, at ætlanin sjálvsagt er at byggja neystini uppaftur aðrastaðni.
Streingja á
Borgarstjórin sigur, at hóast bygdarráðið ikki er samt um, hvør fyrsta prioritering av eini loysn eigur at verða, so er bygdarráðið kortini samt um, at nakað ítøkiligt skal henda, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp fyri almennari ferðslu.
- Vit vildu fegin kunnað glett okkum um hesa nýggju farleið, men soleiðis sum landið liggur, nú eingin loysn er á borðinum, ríður hetta mál okkum sum ein marra.
Fríðgerð sigur, at kommunan eigur vegin, sum ferðslan til og úr Norðoyatunlinum fyribils kemur at koyra eftir, og saman við bygdarráðnum ætlar hon avgjørt ikki, at ferðslan kemur at koyra gjøgnum Leirvíkarbygd uttan so, at ein ítøkilig loysn liggur á borðinum fyri ta tíð.
- Vit eru øll samd um, at vit vilja hava eina skjóta loysn eina loysn, sum vit øll her í bygdini kunnu liva við, sigur borgarstjórin.
Tryggja borgararnar
Hon sigur, at bygdarráðið vil tryggjar sínar borgarar, bæði tey sum ganga og tey, sum koyra.
- Vit vilja syrgja fyri, at tað verður trygt at ferðast í Leirvíkar bygd, tá ið tunnilin letur upp. Tað er ein almenn uppgáva at loysa teir trupulleikar, sum fara at standast av øktu ferðsluni, men vit vilja fegin viðvirka til, at skilagóðar og skjótar loysnir verða funnar.
Borgarstjórin, sum tók sætið eftir, at Dánjal Andrasen tók seg aftur, leggur dent á, at ein loysn skal liggja á borðinum, áðrenn vegurin gjøgnum Leirvíksbygd verður latin upp fyri almennari ferðslu til og úr Norðoyatunlinum.
- Einki annað kann góðtakast, leggur Fríðgerð Heinesen aftrat.










