2. deild
Seinnu árini hevur LÍF fyri tað mesta stríðst fyri at halda sætið í aðru deild, men eftr fyrstu fimm dystirnar er líkt til, at hetta ikki skal verða leikluturin í ár.
Leygardagin góvu teir enn eitt dømi um, at í ár ætla teir sær at vera við í oddinum, tá teir vitjaðu hjá HB, sum hevur sýnt sera óstøðugt spæl hetta kappingarárið, og hvørs einasti sigur kom til høldar, tá vágamenn vitjaðu í Havn.
Dysturin endaði við tvey máls sigri til leirvíkingarnar, og sum heilt mundi úrslitið eisini vera á góðari leið. Fyrst og fermst tí gestirnir í nógv størri mun enn heimaliðið dugdi at nýta høvdið, meðan spælt var.
Í allar mátar var nógv størri umhugsni aftan fyri spælið hjá LÍF, og tí var tað eisini fult uppiborið, at teir fóru til steðgin við leiðsluni, sum Petur Sjúrðarberg tryggjaði teimum.
Í seinna hálvleiki var tað framvegis LÍf, sum stýrdi dystinum, og tá Tomek Resel gjørdi sær dælt av brotssparki, var setningurin at kalla greiddur hjá leirvíkingunum.
Oddadystur
Sigurin bar við sær, at munurin upp til Sumba tódnaði í tvey stig, og nú er veruliga lagt upp til oddadyst, tá lerivíkingarnir komandi vikuskifti fara til Sumbiar, har ósigraða oddaliðið tekur ímóti.
HB skal tá eisini ferðast suður um fjørðin, men hjá teimum verður talan um botnuppgerð. Mótstøðuliðið er nevnliga VB, sum higartil bert hevur fingið trý stig.
Dytsurin í tølum
HB-LÍF 0-2 (0-1)
0-1: Petur Sjúrðarberg
0-2: Tomek Rezel