Ferðsluviðurskifti
Á bygdarráðsfundi í Leirvík, 6, oktober, samtykti eitt samt bygdarráð at staðfesta avgerðina um tunnil í Leirvík, sum bygdarráðið tók í mars 2002.
Samstundis heitir bygdarrráðið á landsstýrismannin í vinnumálum um at almannakunngera tíðarætlanina fyri arbeiði at gera tunnil í Leirvík og at gera greitt, hvussu peningurin verður settur av á fíggjarlógini.
Í samtyktini sigur bygdarráðið eisini, at av teimum fýra tunnilsføringunum, sum Landsverkfrøðingurin hevur lagt fyri bygdarráðið, er bygdarráðið samt um, at arbeiðast skal víðari við sonevndu "reyðu" loysnini, sum er tann fyrsta, ið Landsverkfrøðingurin kom við.
- Portalurin til henda tunnilin er nakað áðrenn Mataránna niðan av Hebron og kemur útaftur í eina rundkoyring beint norðanfyri Statoil-støðina í bygdini.
Í samtyktini vísir Leirvíkar bygdarráð eisini á, at Landsverkfrøðingurin í samband við framløguna av hesum máli legði serligan dent á, at "einki kann byggjast í einum geira á 60 metrar eftir tunnilslinjuni, fyrr enn tunnilin er liðugur. Heldur ikki kann nakað spreingiarbeiði fara fram eftir geiranum, tá ið tunnilin er liðugur.
Leirvíkar bygdarráð heitir í Vinnumálaráðið um at útgreina hesar ásetingar.