Leirvík á tryggari grund

Við sigrinum á HB slapp LÍF sær úr niðurflytingarvandinum, har HB framvegis hevur leiklutin sum dumpikandidatur

2. deild

Bæði LÍf og HB hava fyri ein stóran part av árinum verið í tungum sjógvi í næst bestu deildini. Leygardagin hittust tey bæði í Leirvík, og fyri báðar partar hevði dysturin alstóran týdning í royndunum at sleppa sær úr niðurflytingarvandanum.
Fótbóltslíkindini í Leirvík vóru kanska ikki av teimum allar bestu leygardagin, men tað var tó á ongan hátt soleiðis, sum tað var kring størsta partin av landinum sunnudagin.
Váti vøllurin tóktist tó vera til stóran ampa fyri gestirnar, sum høvdu ilt við at fáa spælið at hanga saman, og yvirhøvur var tað soleiðis, at heimaliðið sat á so gott sum øllum.
Tí var tað eisini fult uppiborið, at Petur Sjúrðarberg undan steðginum kundi skjóta leirvíkingar upp á 1-0, men HB megnaði tó at reisa seg nakað aftur, tá Danny Rasmussen nakakð eftir steðgin fekk javnvág í aftur roknskapin.
Hóast málið gav HB eina lítla vón, so var tað tó alla tíðina soleiðis, at ein heimasigur lúrdi, og tá Tomek Rezel nakað seinni aftur kundi leggja leirvíkingarnar á odda, mundu flestu av gestunum ásanna, at dysturin var taptur, og í so máta var seinasta málið hjá Fróða Joensen bert ein staðfesting av veruleikanum.

Kunnu missa sessin
Og veruleikin er, at HB í løtuni liggur á niðasta sessinum í aðru deild, og soleiðis eru fremstu dumpikandidatarnir, nú bert fýra umfør eru eftir at spæla.
Og tó at teir í HB neyvan hava slept allari vón, so slepst ikki undan, at talan er um fýra sera torførar dystir, sum nú standa á skránni. Komandi vikuskiftið hava teir dyst móti grannunum úr B36, sum stríðast fyri at halda fast um silvurmerkini. Síðani gongur leiðin til Sumbia, har heimaliðið helst stríðist fyri møguleikanum at vinna rætt til upp- og niðurflytingardyst. Tað gera fuglfirðingar helst eisini, tá teir koma til Havnar, og í seinasta uimfarinum er talan um dyst móti KÍ, sum tykist standa seg sera væl á heimavølli, so í løtuni sær ógvuliga svart út hjá HB. Ikki minst tí tað aloftast er so, at tað er av stórum týdningi fyri besta liðið í felagnum, at leiðin niður til eykamenninar er so stutt sum gjørligt.
Hjá leirvíkingum líkist árið nú hinvegin eitt av teimum vanligu, har liðið endar onku staðni miðskeiðis á stigatalvuni. Gaman í er støðan somikið tøtt, at teir ikki skulu kenna seg alt ov tryggar, men helst fara teir at skava okkurt stigið afturat saman, og hinvegin er frástøðan upp til heiðursmerkini heldur ikki so stór, so enn hevur liðið nakað at spæla fyri, hóast tað verður torført, tá teir komandi vikuskifti skulu til Vágarnar, har heimaliðið hevur riggað til uppflytingargildið.


LÍF-HB 3-1(1-0)
1-0: Petur Sjúrðarberg
1-1: Danny Rasmussen
2-1: Tomek Rezel
3-1: Fróði Joensen