Í Leirvík hyggja tey uppeftir

Í Leirvík droyma tey um at skifta leygardags dystirnar í næstbestu deildini út við Formula deildina og harvið sunnudags fótbólt.

Støðutalvan sigur, at LÍF ikki hevur mist oddaliðini heilt úr eygsjón, hóast tað var vónbrot, tá ið FSV04 mikukvøldið fór úr Leirvík við 2-0 sigri.

Sørvingar eru á veg til Leirvíkar, har teir skulu spæla klokkan 15. SÍ er bara eitt stig frá niðurflytingar plássinum, sum teir mikukvøldið við 2-0 heimasigri á NSÍ komu sær burtur av. Hetta var fyrsti SÍ sigurin síðani í fyrsta umfari.