Klokkan 10 í morgun fóru leirvíkingar til fólkaatkvøðu at siga sína huga um, hvar vegurin gjøgnum bygdina skal liggja ? ovarlaga ella niðarlaga í bygdini. Fyrsti veljarin var á vali tríggjar minuttir seinni, og síðani hava fleiri verið á vali.
Íalt hava 644 fólk valrætt, og av hesum eru 18 við ikki-norðurlendskum uppruna.
Áhugin fyri valum er stórur í Leirvík. Vanliga plagar luttøkan til løgtingsval at liggja um tey 90 prosentini. Spurningurin er, hvussu verður í dag, nú nógv fólk er farið í summarfrí.
Jacob M. Sólbjørg, formaður í valstýrinum upplýsir fyri Portalinum, at tey hava fingið ikki færri enn 54 brævatkvøður.
- Hetta er væl meiri enn vanligt, sigur hann.
Valstaðið letur aftur kl. 20 og síðani verður farið niðan í fimleikarhøllina at telja upp. Úrslitið verður greitt um 9-tíðina í kvøld.