Leirvík er í bíðistøðu

- Vit halda ikki, at hetta er eitt partapolitiskt mál, men eitt lokalt mál, sum vit vænta stuðul til at loysa frá politikarum í Eysturoy og Norðoyggjum, sigur borgarstjórin í Leirvík

Leirvík

Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, sigur, at í hesum døgum, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir við at útseta framløguna av málinum um vegaloysnina í Leirvík, vita tey einki um, hvat hendir.
- Vit vita einki annað enn tað, sum fjølmiðlarnir siga okkum.
Hon heldur, at sambært samrøðuni, sum Sosialurin hevði við fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen í gjár, er samgongan ikki samd um, hvussu málið um vegaføringina í Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin skal loysast.
- Vit halda ikki, at hetta er eitt partapolitiskt mál, men eitt lokalt mál, sum vit vænta stuðul til at loysa frá politikarum í Eysturoy og Norðoyggjum.
Sambært lógini skuldi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, í seinasta lagi, 15. februar, leggja uppskotið um vegaføringina í Leirvík fyri løgtingið.
Ætlan landsstýrismansins hevur verið at útseta framløguna av málinum, meðan uppskotið, sum NCC saman við J & K Petersen hava gjørt, verður kannað nærri.
- Vit hava skilt, at málið er ikki lagt fram enn, hóast freistin er farin. Vit hava eisini skilt, at málið bleiv borið niðan í tingið, men síðan er borið oman aftur í Vinnumálaráðið, tí onkur feilur var í orðingini.
Fríðgerð Heinesen sigur, at Leirvíkar kommuna er í eini bíðistøðu, og tey vita einki um, hvat gongur fyri seg í løtuni.
- Vit ætlaðu at síggja málið, soleiðis sum landsstýrismaðurin ætlaði at leggja tað fram, men tað læt seg ikki gera til bygdarráðsfundin, sum var 15. februar, tí málið var ikki klárt, sigur hon.
Borgarstjórin sigur, at bygdarráðið og leirvíkingar sum heild nú bíða í spenningi eftir at vita, hvat verður burtur úr hesum máli.