Í farnu viku byrjaði Norðlýsið eina kanning um, hvat fólk siga og halda um samanleggingina av kommunum í økinum norðanfyri.
Spurningurin var hesin einfaldi: Hvørja kommunu fær Leirvík mest burtur úr at leggja saman við?
Í gjár høvdu 918 verið inni og greitt atkvøðu. Og úrslitið talar fyri seg:
Av hesum siga 448 at Leirvík fær mest burtur úr at leggja saman við Klaksvík. Hetta svarar til beint niðanfyri 49 % av teimum, sum hava svarað.
Hinvegin so siga 340 at Leirvík fær mest burtur úr við at leggja saman við Gøtu, eins og ætlanin jú er. Hetta svarar til 37 % av teimum spurdu.
Bert 14,2 % - ella 130 netlesarar halda at leirvíkingar fáa mest burtur úr við at leggja saman við fuglfirðingum.
Fundur í morgin
Hinvegin so vísir kanningin ikki, hvaðani hesi 918 fólkini eru. Hon er tí ikki annað enn ein kanning av tí, sum tey vitjandi á heimasíðuni hjá Norðlýsinum halda um málið.
Hon er tí kanska heldur at meta sum ein ábending um, hvat norðoyingar halda um samanleggingar.
Annars vísti ein kunnandi fundur í Gøtu hóskvøldið at stór semja tykist vera um, at rættast er at Gøta og Leirvík leggja saman. Og í kvøld verður kunnandi fundur um sama mál í Leirvík.
Meðan rættiliga stór semja tyktist vera fyri samanleggingini í Gøtu, er okkurt sum bendir á, at leirvíkingar helst eru ójavnari á máli.
- Vit eru meiri lokalir, sum ein leirvíkingur tekur til.
Hvussu verður við hesum fæst at vita leygardagin, tá fólkaatkvøða verður í báðum bygdum um ætlanina.










