Leir og foto í Ribarhúsið

Leygardagin lata Finn Dam Rasmussen og Asmund Born upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði

Teir báðir eru danir og sýna fram leirlist og fotolist. Til ferniseringina spælir Eyðun á Lakjuni klaver, og Maria á Lakjuni syngur. Framsýningin er opin  frá 7. des. til 31. Des.

 

Leirlistin hjá Finn Dam sameinir skap, í einari sansaligari myndagerð. Eftir stendur eitt verkligt skap í einari sermerktari ond. Hann rennur aftur til ta klassisku siðvenjingina í leirlistini: ílatið/ keraldið - umskapar hetta á ymsan hátt í tí modernaðau siðvenjingini bæði í myndagerðini og leirlistini(skapunum).

 

Málið er at fáa skapini at renna saman í einklum flatum og bera ein boðskap við sær tvørtur um myndlistafrøðina , sum er ein fragd fyri eygað, ið tráar eftir nýggjum upplivingum.

 

Asmund Born er hálvur føroyingur. Hann sýnir fram fotomyndir. Mamma hansara, Sigrid Born, var ættað úr Ansastovu í Oyndarfirði.  Asmund vísr fram tríggjar myndarøðir, sum tosa sítt stumma mál.

 

Fyrsta røðin  er “ Vetrarmyndir” úr Føroyum, har hann í einar 14 dagar í novembur 2010 tók hesar myndir, sum eru hansara egna frásøgn frá hesum døgum.

 

Onnur røðin, “ Regn”,  livir frágreiðingin sítt fríska lív í fotomyndini – Fólk renna í regni.

 

Triðja røðin, “ Hvíld”,  eigur tann, sum hyggur at myndini frásøgnina. Her eru tað lutir í kvirru, sum leingjast eftir eini frágreiðing.