Leingja samstarvið við Bragdið

Trygd og BankNordik hava gjørt avtalu um at leingja samstarvið við Bragdið við nýggjum eitt ára stuðulssáttmála og verða samstundis høvuðsstuðlar hjá Bragdinum komandi árið.

 

-Stuðulssáttmálin hevur ómetaliga stóran týdning fyri felagið. Vit fáa betraðar umstøður at virka undir, og tí eru vit í Bragdinum sera takksom fyri at hava tílíkar dyggar stuðlar, sigur Fríðrikur Bláhamar formaður í Bragdinum. Janus Thomsen, stjóri á Trygd, og Turið F. Arge, sølu- og marknaðarstjóri í BankNordik, eru á einum máli um, at Bragdið hevur verið ein slóðbrótari innan frælsan ítrótt í Føroyum.

 

Bragdið skipar á hvørjum ári fyri afturvendandi tiltøkum, ið plaga at fáa góða undirtøku. Nøkur dømi eru Flaggdagsrenningin, Fólkaheilsurenningin og Ólavsøkurenningin. Harafturat skipar felagið fyri venjingum og kappingum innan flestu frælsu ítróttargreinar.