Leingja samstarvið um loftbrúnna

Hava stuðlað føroyskum listafólkum við fleiri enn 1.000 ferðaseðlum síðstu 3 árini

Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið skrivaðu í gjár undir ein nýggjan trý ára sáttmála fyri Loftbrúnna til listafólk. Tað skrivar Tórshavnar kommnuna á heimasíðu síni.


Loftbrúgvin til listafólk er ferðastuðulsskipan, ið síðan 2015 hevur virkað fyri at breiða út kunnleika um føroyska list uttanlands við at stuðla føroyskum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri landoddarnar.


Upplýst verður, at síðani 2015 hevur Loftbrúgvin stuðlað føroyskum listafólkum við fleiri enn 1.000 ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways.


- Loftbrúgvin er við til at vekja ans fyri Føroyum úti í heimi og skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri Føroyar. Samstundis er hon við til at skapa gróðrarbotn fyri einum fjølbroyttum listarligum umhvørvi í Føroyum, har til ber hjá listafólki at búgva her heima og samstundis hava lætta atgongd til altjóða marknaðin. Tí var ongin ivi hjá nøkrum okkara um, at Loftbrúgvin skal halda fram fyri áhaldandi at vera við til at varpa ljós á okkara ríka listaliga umhvørvi og mentan. Vit fegnast, at vit við Loftbrúnni kunnu stuðla tí megnararbeiði, ið føroysk listafólk standa fyri, siga samstarvspartarnir sambært torshavn.fo.


Talan er um eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið, sum byrjaði í 2015.