24 vikurs barnsburðarfarloyvið er minni enn flestu familjurnar halda vera nøktandi. Spell, at vit ikki hava eina barsilsskipan sum familjurnar trívast við.
Tosaði herfyri við eina vinku, sum nýliga hevði átt. Hon vildi so sera fegin verið heima hjá pinkurbarninum í eitt ár. Men tað var ikki hugsingur um, tá hon onga inntøku fór at hava aftan á fyrstu 24 vikurnar. Húsalán upp á 1,5 millión ella meir, settu krøv um tvær góðar inntøkur. Hesin er veruleikin hjá nógvum smábarnafamiljum: Eitt brennandi ynski um at vera heima hjá barninum til tað er 1 ár, men vegna húsalán kann húskið ikki liva av eini inntøku.
Onkur sigur, ja men so mugu fólk lata vera við at keypa so dýr hús, øllum nýtist ikki at búgva í Havn. Eg spyrji: Skal høvuðsstaðurin bara vera fyri tey ríku. Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at eisini høvuðsstaðurin endurspeglar samfelagið vit liva í. Barnafamiljurnar eru sera týdingarmklar í hesu mynd. Sagt verður, at fólk bara kunnu keypa kommunal hús og grundstykki, heldur enn frá privatum. Trupulleikin er bert, at eisini kommunalu prísirnir seta krøv um meir enn tvær miðalinntøkur. Meini so við, eini raðhús Undir Kongavarða kosta millum 2,5 og 2,9 milliónir.
Vælvitandi, at trupulleikan við barsislsskipanini í veruleikanum snýr seg um ein knút - øðrumegin stýrið fyri barsilsskipanina og landsstýrismannin í vinnumálum og hinumegin formansskap løgtingsins - so er talan um ein veldugan møguleika at tryggja korini hjá barnafamiljunum. Knútar eru jú til at loysa.
Um peningur ikki er til eitt árs barnsburðarfarloyvið við fullari løn, kundi skipanin í staðin latið svarandi til ALS í einar tríggjar – seks mánaðir afturat teim núverandi 24 vikunum við fullari løn.
Ein gyltur møguleiki hjá verandi mansstýri, eg meini landsstýrið at bøta um støðuna. Mátti veri møguligt!