Leingi opið í Vágum

Flestu handlarnir í Vágum hava opið til langt út á seinnapartin í dag

Handilsvinna
Vágar:Mestsum allir handlarnir í Vágum hava opið til klokkan 17.00 seinnapartin. Alir matvøurhandlarnir í oynni eru við í tiltakinum.
Terji Nielsen, kunningarleiðari hjá Felagnum Vágar, sigur, at hugskotið kom við stuttum skotbrái, og tí varð ikki møguligt at skipa fyri nøkrum serligum annars í samband vi tiltakið, sum ynskiligt kundi verið. Tað fara Vágafók so at eiga til góðar til næstu ferð, sigur hann.
Handlarnir í Vágum eru allir - utta ein - limir í felagnum Vágar, sigur kunningarleiðarin. Men ikki allir fara t hava opið seinnapartin kortini. Tó fara í hvussu er allir matvøruhandlarnir og nógvir afturat at hava opið leingi.
Hugskotið er sprottið av kappingini, summir handlar kenna seg hava frá handlum og fyritøkum, sum brúka Vágatunnilin sum agn. Tí vilja vágahandlarnir nú byrgja upp fyri og seta í verk tiltøk, sum skulu standa í móti hesi innrásini.