Helgi Abrahamsen
Seinasta leygardag viðgjørdi Sosialurin nýggju búskaparmetingina hjá Landsbankanum og í tí sambandinum hevði blaðmaðurin biðið fyrrverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, um eina viðmerking.
Greiður boðskapur
Boðskapurin hjá Karsten Hansen var greiður. Hann segði at tað fyrsta, vit mugu gera nú framgongd er í búskapinum, er at steðga vaksandi almennu útreiðslunum, og síðani mugu vit økjum um inntøkurnar. Tá vit sótu í samgongu høvdu vit eitt yvirorðnað mál, sum segði, at vit skuldu fáa ein sjálvberandi búskap. Henda samgongan tykist ikki at hava nakað yvirorðnað mál, og alt druknar í visiónstosinum, segði Karsten Hansen.
Stutt minni
Um búskaparfrøðingarnir hava rætt tá teir siga, at ferð er við at koma aftur í føroyska búskapin, so er einki at ivast í, at politiski fóturin skjótt má flytast frá spidara til bremsu.
Men minnið hjá Karsten Hansen má sigast at vera sera stutt, tá hann nú loyvir sær at spæla ráðgevi hjá sitandi landsstýri. Tí meðan Landsbankin spáar at búskaparvøksturin í ár verður 6%, so var vøksturin okkurt árið, meðan Karsten Hansen var landsstýrismaður næstan 12%. Men tá traðkaði Karsten so hært á spidaran, at rakstrarútreiðslurnar tað árið øktust við 260 mió. krónum og árið eftir við 300 mió. krónum. Í meðal øktust rakstrarútreiðslurnar hjá landinum 767.000 krónur UM DAGIN hesi bæði árini, og um mítt minni ikki er farið at bila, so kallaðist tann politikkurin fyri at sita tungt á kassanum.
Inntøkurnar
Hvat inntøkunum viðvíkur, so er líka galið við minninum hjá Karsten Hansen. Hann vil hava inntøkurnar at hækka, men gloymir, at hann hevur sjálvur gingið á odda fyri at LÆKKA inntøkurnar hjá landskassanum næstan 2 milliardir krónur seinasta hálvtfjóðra árið.
So sigast má, at tá fyrrverandi landsstýrismaðurin enn einaferð lyftir peikifingrinum, fyri at ávara um búskaparpolitikkin hjá sitandi landsstýri, so hevur hann nógv at takka tí stutta minninum fyri.