Leingi er tað, ið væl skal vera!

Í síðstu viku fingu Strandfaraskip Landsins heiðusbræv frá Meginfelag Teirra Brekaðu. Orsøkin er hon, at nú hava Strandfaraskip Landsins gjørt umstøðurnar umborð á Smyrli soeliðis, at eisini rørslutarnað - t.d. fólk í hjólstóli - kunnu flyta seg aftur og fram umborð á størsta skipinum í strandferðsluflotanum.

 

Tey, sum var av rørslutarnaðum ella menningartarnaðum, hava í mong ár strongt á at bøta atkomu-umstøðurnar hjá teimum, sum ikki kunnu flyta seg á vanliga hátt. Trappur, høgar gáttir, smalar hurðar, ov lítil toilett o.s.fr. forða fólki í hjólstóli at sleppa til og frá. Tí skulu tey hava hjálp, skulu berast og flytast, fyri at kunna koma til ella frá einum staði

Í síðstu viku fingu Strandfaraskip Landsins heiðusbræv frá Meginfelag Teirra Brekaðu. Orsøkin er hon, at nú hava Strandfaraskip Landsins gjørt umstøðurnar umborð á Smyrli soeliðis, at eisini rørslutarnað - t.d. fólk í hjólstóli - kunnu flyta seg aftur og fram umborð á størsta skipinum í strandferðsluflotanum.


Tey, sum var av rørslutarnaðum ella menningartarnaðum, hava í mong ár strongt á at bøta atkomu-umstøðurnar hjá teimum, sum ikki kunnu flyta seg á vanliga hátt. Trappur, høgar gáttir, smalar hurðar, ov lítil toilett o.s.fr. forða fólki í hjólstóli at sleppa til og frá. Tí skulu tey hava hjálp, skulu berast og flytast, fyri at kunna koma til ella frá einum staði.


Øll eru samd um, at hetta líkist ongum. Slíkir spurningar vórðu nógv viðgjørdir fyrst í áttatiárunum, tá vit høvdu "Ár teirra brekaðu". Í kjalvørrinum av hesum ári og teimum frágreiðingum, sum arbeiðsbólkar góvu úr hondum, komu nógv uppskot fram. Ikki so lítið varð fingið av skafti, og fólk gjørdust meiri tilvitandi um hesar spurningar, soleiðis at bæði rørslutarnað og menningartarnað fingu betri umstøður og gjørdust ein meiri natúrligur partur í okkara samfelag.


"Eitt samfelag fyri øll" er eitt av ávørpum Javnaðarfloksins. Hetta merkir, at flokkurin í politiska arbeiði sínum virkar fyri at skapa slíkar karmar, at øll hava javnbjóðis møguleikar. Eitt er at hava slík mál í síni stevnu, eitt annað er at faa nakað av skafti í dagsins politikki. Í hesum anda er mál aftaná mál framt fyri at fylla út karmin, so vit kunnu siga, at vit - ávegis - hava fingið eitt samfelag fyri øll.


At koma so langt, sum føroyska samfelagið er komið, hevur tó ikki verið lætt. Í nógvum førum hevur politiski viljin skortað, hóast tey virknu feløgini á hesum øki so mangan hava gjørt vart við støðuna, eins og tey hava víst á gongdar leiðir. Mangan munnu álitisfólkini í hesum arbeiði hava kent seg vónsvikin - eisini av sínum politisku viðhaldsfólkum - men tey eru ikki fallin í fáast og hava tikið dystin uppaftur.


Men seint hevur gingið. Tað kann hetta blað eisini ásanna. Í fyrru helvt av áttatiárunum hevði blaðið eina myndafrásøgn, sum táverandi formaðurin í sjúkrahjálparafelagnum, Meta Johannesen, hevði gjørt saman við øðrum. Hesar myndir vístu, hvussu trupult tað var hjá einum persóni í hjólstóli at sleppa fram. M.a. vísti ein mynd, hvussu ein í hjólstóli skuldi sleppa umborð á Rituna. Enn er trupult at sleppa umborð á Rituna, men lættari er nú at ferðast við Smyrli, so vit kunnu ásanna, at "leingi er tað, íð væl skal vera".