Leila slóðaði fyri kærleikskúluni

- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listarverk, ið ber brá av kærleika og góðsku, sigur stjórin í Dugna.

Tað var stjórin í Dugna, Hedvig Johansdóttir, sum breyð vælkomin við hátíðarløtuna í Listaskálanum í Havn í morgun, tá avdúkast skuldi, hvat listafólk hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2015, og hvør skuldi hava heiðurin at ogna sær kúluna.

 

- Dugni læt fyrstu ferð Kærleikskúluna í 2009, og hetta er sjeynda árið, at hon verður latin. Tað var Leila Solmunde, sála, sum fekk samstarv í lag við stuðulsfelag teirra, sum bera brek í Íslandi. Allur søluágóðin av kúlunum fer til virksemi, ið gagnast fólkum við skerdum arbeiðsførleikum.

 

Hedvig Johansdóttir segði, at Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við stjóranum í Listasavni Føroya og landsstýrisfólki í mentamálaráðnum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna.

 

- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listarverk. Hon er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er hondgjørd, og hvørt upplag er avmarkað. Eingin kúla er eins, og hvør einstøk er yndislig á sín egna hátt - júst, sum vit menniskju eru tað, segði Hedvig Johansdóttir, stjóri í Dugna.